Tað skal vera javnvág millum inntøkur og útreiðslur. Tað var boðskapurin, tá ið HB millum jól og nýggjár hevði eykaaðalfund, og tað so at siga varð farið undir fíggjarliga endurreisn av felagnum, sum síðstu árini er komið í fíggjarliga rættuliga tungan sjógv.
Nýggjur formaður er Finnbogi Arge, og hann hevur eftir aðalfundin sagt á Rás2, at heilivágurin at røkka málinum er, at tað skulu fáast fleiri inntøkur til vega, og at tað skal skerjast í útreiðslunum. Hetta síðsta skal eitt nú gerast við av nýggjum at hyggja at spælarasáttmálunum. Finnbogi Arge hevur sagt, at hann heldur, at tíðin er farin frá, at sáttmálar verða skrivaðir, sum bera við sær, at feløgini binda seg at rinda løn til spælararnar. Gongdin síðstu árini hevur víst, at tað er tíð av venda aftur til, at spælararnir umboða feløgini, uttan at teir skulu fáa løn. Feløgini hava stutt sagt ikki ráð til at rinda løn til spælararnar.
Meðan bíðað var eftir eykaaðalfundinum var lítið at frætta um leikarahópin burtursæð frá, at sáttmálar vórðu undirskrivaðir við ungar spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, og sum vóru við til at vinna FM og steypakappingina í unglingadeildini í 2011.
Eftir eykaaðalfundin hevur HB boðað frá, at miðverjin Rógvi Holm eisini í 2012 fer at spæla í reyðu og svørtu troyggjuni, og kanska meiri merkisvert er eisini boðað frá, at nú fer Alex José Dos Santos at umboða HB. Álopsrættaði vinstri vongverjin hevur áður spælt í Gundadali. Hann kom til Føroya og B36 í 2004, og í 2009 flutti hann til EB/Streym.
Sambært faroesoccer.com hevur 30 ára gamli brasiliumaðurin spælt 82 dystir fyri EB/Streym og 152 dystir fyri B36. Hann hevur skorað 26 mál – 13 fyri EB/Streym og 13 fyri B36.
Sigfríður Clementsen er venjari hjá HB. Hann hevur áður verið venjari bæði í B36 og í EB/Streymi, og HB venjarin og nýggi vinstri vongverjin í felagnum hava tískil áður arbeitt saman. Sáttmálin millum Santos og HB er fyri 2012 kappingarárið.