Santa Ólavs Føroyska Kirkjulið 95 ár

Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn varð stovnað tann 28. november í 1915.

Føroyskir guðfrøðilesandi hava, eftir hvat ið sigst, hildið føroysjkar guðstænastur í Keypmannahavn longu seinast í átjanhundratalinum. Men formliga var føroyska kirkjuliðið »Santa Ólavs Føroyska Kirkjulið« stovnað hin 28. november í 1915, og her var føroyavinurin Gudmund Bruun, próstur, primus motor. Hann skrivar grein um hettar í oktober í 1943 í minnisriti, sum »Hitt Kristiliga Ungmannafelagið« gav út í samband við 25. árahaldið fyri at hetta felag varð stovnað.

Í greinini sigur Gudmund Bruun, at hann fekk íblásturin til at stovna kirkjuliðið frá Apostlasøguni 28, 15: Og haðan komu brøðurnir, tá ið teir høvdu fingið at frætta um okkkum, til møtis við okkum líka til Appiusar Forum og Tres Tabernæ.

Í mong ár ferðaðist Gudmund Bruun eina ferð um mánaðin frá Hesselager á Fyn, har hann var próstur, at halda føroyska guðstænastu í Keypmannahavn, og her hoyrdu føroyingar flestir fyri fyrstu ferð eina guðstænastu á føroyskum máli!

Aftan á Gudmund Bruun vóru tað prestanir Emil Joensen, Salomon Joensen og Johan Nielsen, ið sjálvbodnir hildu føroyskar guðstænastur í Keypmannahavn. Í 1970 Bleiv Petur Andrew Petersen, sum hin fyrsti, settur í starv sum prestur fyri føroyingar í Danmark. Í dag røkir Bergur Jacobsen hettar starvið.

Kirkjuliðið hevur hildið til ymsastaðnis ? millum onnur støð í Abel Katrinu Kirkju ? eitt vertshús í Abel Katrine Gade, ið bleiv umbygt til kirkju, í Mariukirkjuni í Istegade, har Emil Joensen var prestur, og síðani eisini í Vartov kirkju. Sambært sendidagbókini hjá Danmarks Radio bleiv fyrsta føroyska útvarpsguðstænastan send úr Christiansborg Slotskirkju, 2. jóladag í 1938, har Gudmund Bruun próstur prædikaði.

Seinastu 40 árini hevur Føroyska Kirkjuliðið hildið til í Samuelskirkjuni á Nørrebro, har tað er føroysk guðstænasta hvønn fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum, kl. 14:00, umframt onnur tiltøk í vikuni.

Tá núverrðandi presturin leggur frá sær, fer Københavns Stift ikki at lýsa starið leyst aftur. Um Føroyska Fólkakirkjan ikki finnur eina loysn, so fer arbeiði tá aftur á sjálvbonar hendur, um trý ella fýra ár. Men, tað stendur føroyingum í boði frammvegis at nýta Samuelskirkjuna til Føroyska arbeiðið.

Í kryptini í Samuelskirkjuni er eisini eitt stórt listaverk, grundað á kristnu høgtíðirnar, sum Amariel Norðoy hevur greitt úr hondum.