Sansir skal gera básin til Brússel

6. til 8. mai verður Seafood Expo Global, sum er heims­ins stórsta sølumessa inn­an sjógæti. Føroyskar fyri­tøkur hava luttikið á Sea­food Expo Global fleiri ár á rað, og í ár verður eisini ein føroyskur landabásur í Brús­sel.

Vinnuhúsið samskipar fø­r­oyska landabásin, og í nov­ember 2013 varð søkt eft­ir veitara til sniðgeving, upp­­tøku og niðurtøku av bás­i­num.

Mikudagin 15. januar varð­ avtala gjørd og und­ir­skriv­að við Sansir. Sans­ir hevur tískil fingið á­byrgd­ina av sniðgeving og øðrum prakt­iskum tæ­nastum á landa­bás­i­num, og tey koma at arbeiða í tættum sam­starvi við Vinnuhúsið og lut­tak­andi fyritøkurnar.