Tað er Investor Cronicle hjá Financial Times, sum á hvørjum ári skipar fyri fleiri ymsum kappingum fyri virkir á sonevnda AIM-marknaðinum. Hetta eru virkir, sum eru á veg fram, men enn ikki eru nóg sterk at fara út á the Main Market. Tað eru umleið 1700 virkir skrásett hjá AIM, teirra millum Faroe Petroleum, sum telist millum 100 tey sterkastu.
Ein nevnd nominerar seks heimasíður, og so verða tað lesararnir hjá Investor Cronicle, sum velja bestu heimasíðuna, og tað valið fall á Faroe Petroleum.
Tað er lýsingafyritøkan Sansir, sum hevur gjørt heimasíðuna í samstarvi við og eftir ynskjum hjá Faroe Petroleum.
Tað er Elin Michelsen á Sansum, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera heimasíðuna.
- Vit eru sjálvandi ógvuliga fegin og errin av at heimasíðan hjá Faroe Petroleum hevur vunnið hesa virðislønina, sigur Elin Michelsen.
Hon sigur, at heimasíðan er føroysk burturav, og alt arbeiðið er gjørt av einum toymi á Sansum.
- Bæði design og innihald er skapt á Sansum. Vit hava sjálvandi fylgt ynskjum hjá Faroe Petroleum, men vit hava somuleiðis verið noydd at fylgt strongu lógarkrøvunum, sum AIM setur til heimasíður, sigur Elin Michelsen.
Brúkaravinarlig
Sansir hevur lagt stóran dent á, at heimasíðan skal verða brúkaravinarlig, men eisini, at fólk skulu kunna brúka hana interaktivt.
- Um fólk ynskja nakað meira enn bert turr tøl, so skulu tey hava møguleikan at spæla sær eitt sindur á síðuni, sigur Elin Michelsen.
Tað verður gjørt nógv burtur úr, tá hesar virðislønir verða lætnar.
- So sum eg havi skilt tað er tað ein stórhending, tá virðislønirnar verða lætnar. Skipað verður fyri einum rættiligum gallakvøldi. Meiningin var, at Niels Sørensen skuldi vera við og taka ímóti virðislønini, men orsakað av ov stuttum skotbrá bar tað honum ikki til at fara til London, sigur Elin Michelsen.
Í staðin var tað Julian Riddick, sum er skrivari hjá Faroe Petroleum, ið tók móti virðislønini, felagsins vegna.
- Hetta er eitt stórt herðaklapp og vísir, at vit kunnu, bara vit vilja, sigur Elin Michelsen, sum altso hevur staðið á odda fyri at menna heimasíðuna hjá Faroe Petroleum.