Í annaðkvøld verður aftur skipað fyri stórum SANSA-tiltaki í Løkshøll í Runavík, har øll eru vælkomin. Á skránni verður nógv forvitnisligt og spennandi.
Elin í Stórustovu skipar fyri ?live talk-show?, og hon fer at hava samrøðu við Rudi Johannesen, samskipara í ungdómsdeildini hjá Eik, um nýtsluvanar hjá ungum í dag.
Salua Manai, varaleiðari í Margarinfabrikkini, fer at tosa um avbjóðingar, sum møta ungum og týdningin av at hava eitt ungdómshús í nærumhvørvinum.
Hans Olsen, sum gjøgnum sítt arbeiði kennir til rákið millum ung, fer eisini at siga sína meining um, hvussu ung kunnu lata seg í, og um tað er ?in? at vera øðrvísi ílatin enn fjøldin.
Á SANSA-tiltakinum fer sálarfrøðingur Maibritt Højgaard, sum er uppvaksin í Saltangará, at halda fyrilestur um tannáringar og samleika teirra.
Jákup Veyhe og Kim Hansen undirhalda við skemti og tónleiki.
Luttakandi limirnir í Handilsmiðdeplinum hava vøruframsýning og sølu, og her verða nógv frísk og summarslig tilboð til tey vitjandi.
Ragnhild Ellingsgaard verður vertur fyri tiltakinum í Løkshøll í annaðkvøld, sum byrjar klokkan 19.30 og endar klokkan 23.
Meiri er at lesa á www.hmd.fo