Sanofi skal framleiða yvir 100 milliónir skamtir av Pfizer-koppingarevni

Tað gekk ikki so væl við koronukoppingarevninum hjá Sanofi. Tí vil felagið nú hjálpa Pfizer við framleiðsluni.

 

Franska heiluvágsfelagið Sanofi skal hjálpa Pfizer við at framleiða koronukoppingarevni.

Sanofi ætlar sær soleiðis at framleiða meira enn 100 milliónir skamtir av koppingarevninum hjá Pfizer í ár. Tað skal gerast á verksmiðjuni hjá felagnum í Frankfurt í Týsklandi.

Tað sigur stjórin í Sanofi, Paul Hudson, í samrøðu við blaðið Le Figaro.

Pfizer og felagin BioNTech stríðast eins og aðrir framleiðarar av koppingarevni, teirra millum AstraZeneca, við at nøkta eftirspurningin á teirra koppingarevni.

Hjálpin frá Sanofi kemur, eftir at felagið fekk eitt afturstig við sínum egna koppingarevni í síðsta mánaði. Tað vísti seg, at tað koppingarevni, sum Sanofi arbeiðir við saman við bretska GlaxoSmithKline, hevði avmarkaða ávirkan á eldri.

Tí er koppingarevnið seinkað. Síðani hevur Sanofi verið undir trýsti fyri at hjálpa øðrum framleiðarum við at framleiða koppingarevni.

Hetta verður gjørt, tí hildið verður, at tess skjótari fólk verða koppsett, tess skjótari fáa vit bast farsóttini.

– Tá nú okkara koppingarevni kemur nakrar mánaðir seinni, hava vit spurt okkum sjálvi, hvussu vit kunnu hjálpa nú, sigur Paul Hudson við Le Figaro.

Sanofi arbeiðir eisini við einum øðrum koppingarevni saman við amerikanska felagnum Translate Bio.

Tað koppingarevnið er grundað á eina mRNA-tøkni eins og koppingarevnið hjá Moderna og Pfizer/BioNTech, sum vóru tey fyrstu at fáa koppingarevni góðkent til nýtslu í ES.

Stjórin í Sanofi heldur í samrøðuni fast við, at Sanofi fer at arbeiða víðari við teimum báðum koppingarverkætlanunum, sjálvt um tey nú bjóða sær til at hjálpa Pfizer/BioNTech.

/ritzau/Reuters