Klaksvík:
Rættuligur hátíðardámur var á vestaru bryggju mikukvøldið, tá Doulos kom á Klaksvík. Hornorkestrið spældi marsjir og sálmaløg, og somuleiðis sang Betesdakórið. Fýrverkið dundi millum fjøllini, og hóast tað var nakað ljóst, so setti tað sín dám á móttøkuna.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, beyð skipi og manning at vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar og ynskti, at tey skuldu kenna seg heima hesar dagarnar.
Eisni Magni Jacobsen bar fram heilsu. Síðani helt leiðarin á skipinum røðu og at enda føroyski kapteinurin, Árni B. Jensen.
Hann takkaði so hjartaliga fyri móttøkuna og bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomnum umborð á skipið.
Tá móttøkan var av, fóru heilt mong fólk umborð og seinni varð skipað fyri hugnaløtu í Betesda, har øll vóru vælkomin.
Doulos verður liggjandi í Klaksvík inntil mánadagin 5. juli, tá leiðin gongur til Fraklands.