Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, er nú farin í holt við at tetta holini í verjuni, eftir at spælarar sum Atli Gregersen, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen og Bárður J. Hansen ikki eru tøkir. Teir hava allir spælt frá byrjan í seinastuni.
Les eisini: Kend andlit í verjuni
Stóri spurningurin er um Sonni Ragnar Nattestad spælir. Hann er úttikin sum eykamaður. Nummar 24 av 23. Hann hevur ikki spælt síðani sigurin á Grikkalandi á Tórsvølli. Sáttmálin er uppsagdur við FC Midtjylland, men Sonni Ragnar er væl fyri.
- Vit testa Sonna Ragnar til hesar venjingarnar og hann sær gott út. Kropsliga er hann væl fyri og hevur vant við B36, sigur Lars Olsen við Sosialin.
Føroyar hava fyrr verið í eini støðu, har spælarar ikki hava havt feløg, tá teir hava umboðað landsliðið. Onkuntíð við góðum úrslitum.
- Vit hava roynt hetta fyrr við Gunnari Nielsen og Jóansi Tór Næs. Serliga Gunnar Nielsen hevur spælt onkrar framúr dystir, tá hann ikki hevur vant í longri tíð, sigur landsliðsvenjarin og leggur dent á, at tað eru dygdirnar hjá spælarunum, ið verða avgerandi.
- Tað eru dygdirnar hjá spælarunum, sum eru avgerandi. Er annar betri enn hin, so verður tað tann betri, sum spælir. Er Sonni Ragnar besta valið, so spælir hann, sigur Lars Olsen.
Sonni Ragnar hevur vant við B36 í seinastuni, og havt persónliga venjing við Jónnesi Jacobsen og Magna Mohr.Landsdysturin móti Norðurírlandi verður fríggjakvøldið á Tórsvølli. Rás2 sigur frá dystinum.