Løgmanssteypið
Tað er aloftast um páskirnar, at vinnararnir verða skildir frá taparunum í kappingini um løgmanssteypið, og tó at talan í ár bert er um tvey umfør mótvegis teimm trimum, sum ofta plaga at vera á skránni um hesa tíðina, so er einki at ivast í, at nógvir spurningar fara at verða svaraðir.
B36 er væl fyri
Í bólki eitt tykist størsti spurningurin í løtuni vera, hvat lið skal fylgja B36 víðari í kappingini. Higartil hevur árstalsfelagið verið heilt væl koyrandi, og tó at teir máttu taka til takkar við javnleiki í Klaksvík, so tykist sessurin í fjórðingsfinaluni longu nú at vera mest sum tryggjaður.
Spurningurin er so, hvørt talan verður um fremsta plássið í bólkinum, sum gevur heimavøll í fjórðingsfinaluni, og eisini tann spurningurin kann partvíst svarast um páskirnar. Her verður málið hjá B36 heilt greitt at fáa fulla úrtøku móti bæði NSÍ og FSV, soleiðis at útgangsstøðið er tryggjað undan seinasta heimadystinum móti KÍ.
Klaksvíkingar fáa helst eisini sítt at síggja til. Ikki minst tá teir annan páskadag vitja við Løkin í Runavík, har teir uttan iva fara at hitta eitt sera væl tendrað NSÍ lið. Skírisdag átti tað í øllum førum ikki at verið tann heilt stóri trupulleikin hjá liðnum, tá teir á heimavølli skul spæla móti FSV.
Runavíkingarnir hava ikki fingið best hugsandi byrjanina í bólkaspælinum, og nógv bendir á, at tað helst skulu í minsta lagi seks stig til afturat, áðrenn teir kunnu bíleggja sær pláss í framhaldinum av kappingini.
ÍF vil kappast við grannarnar
Í bólki tvey tykist GÍ longu hava sett fulla ferð móti oddasessinum, men enn fáa teir so kapping frá ÍF í hesum.
Skal ÍF tó gera álvara av hesum hóttanum, so skulu teir tó helst vinna báðar sínar dystir um høgtíðina. Skírisdag móti illa sperdu toftamonnunum, sum enn bert hava eitt stig á kontini, og annan páskadag á útivølli móti GÍ, sum nærum av sær sjálvum hevur eitt jarntak á fuglfirðingunum.
Støðan hjá gøtumonnum tykist nakað meira rólig, tó at ein sigur á ÍF helst skal til, um teir við 100% vissu skulu ogna sær oddasessin. Men fáa teir trý stig í heimadystinum móti TB, er eisini av álvara farið at líða hjá teimum.
TB og B68 hava higartil átt botnsessin, og serliga hjá B68 man hetta kennast sum eitt vónbrot. At toftamenn so eisini hava leikt heima móti bæði ÍF og GÍ, ger ikki støðuna lættari, og tí er kravið til teir nú, at teir sum minstakrav skulu hava seks ? og allar helst fleiri ? stig í seinastu trimum dystunum, um teir ætla sær víðari í kappingini.
Púrasta opið
Í triðja bólkinum er spenningurin eisini nakað størri, enn tað bendi á undan seinasta umfarinum. Her megnaði VB at seta HB so dyggiliga upp á pláss, og tað blásti aftur bólkin víðopnan.
HB eigur skírisdag trupla uppgávu á Eiði, har EB/Streymur framvegis er væl við í kappingini, samstundis sum VB tá hevur útidyst móti Skála.
Seinna kappingardagin um páskirnar er HB helst favorittur, tá Skála vitjar, meðan VB hevur sama leiklut heima móti EB/Streymi, men nógv bendir tó á, at einki sum helst er avgjørt í hesum bólkinum, fyrr enn seinasti dysturin er leiktur. Ikki minst tí talan tá eisini verður um seinnu uppgerðina millum HB og VB.