Sannleikin er ofta illa lýddur

Ein svenskur leverandørur segði mær, at fyri at verða ein góður politikari, skuldi tú ikki hava nakran moral. Tess lægri moral, tess betri politikari.

 

Eivind Jacobsen

Strendur

????????????????


Ein svenskur leverandørur segði mær, at fyri at verða ein góður politikari, skuldi tú ikki hava nakran moral. Tess lægri moral, tess betri politikari. Hesi orð runnu mær í hug, tá eg fríggjadagin las aftursvar frá Helenu Dam á Neystabø, til viðmerking mína til hennara bíliga stemmufiskarí leygardagin 23 juni.

Púra óforskamma endurtekur hon, tað hon segði og gloymur púrasta at afturvísa mínum viðmerkingum. Men hvat skal hon siga? Hon veit, at eg havi grein í mínum máli.

Hon vísur á alt, hon sigur seg hava gjørt fyri tey eldru, men er tað bert óseriøst reyp uttan hald í veruleikanum. Eg skal enn einaferð sláa fast, at játtanin á eldraøkinum í dag er nógv lægri enn hon var í 1990 (sí grein hjá HPS í Dimmalætting 30/6). Sambýlir verða fíggja 90-100% av kommununum(FG Dimmalætting 30/6), og tí hevur Helena avgjørt einki gjørt fyri at betra hetta økið. Heimahjálpirnar eru harumframt fluttar úr privatum heimum inn á sambýlir og tí liggja fólk óhjálpin heima. Við lágum kommunalum íløgukvotum skal meira enn formansval í sjálvstýrisflokkinum til, fyri at byggja røktarheim í Norðstreymoy.

Á Landssjúkrahúsinum senda tey sálarliga sjúk fólk, sum noyðast at verða tætt við lækna alt samdøgri, til hús í 2 mánar, orsaka av sparingum. Hetta hevur Helena ábyrgdina av og tað er ikki nakað at rósa sær av.

Hækkingin av pensjón røkkur ikki longur enn til nógv dýrari olju og hækking av mati v.m. Prístalsregulering er bert av einum parti av pensjónini. Tí hava pensjonistar helst verri kor enn í 1998.

Alt í alt átti fyrrverðandi ministarin at skammast yvir tað elendigheit, sum hon hevur havt ábyrgdina av og einki gjørt við seinastu 3-4 árini. Tíverri noyðast vit at ásanna, at samanlíkningin millum tey 40 og tey 7000 passar. Sum ein segði,: ? Handan Ali Baba kenni eg ikki, men eg kenni væl teir 40 ránsmennirnar.?


Fullveldi fram um vælferð

Helena mælir til, at suðuroyarskipið verður útsett. Men tað ber ikki til. Smyril verður lagdur í 2005 av skipasýninum og altjóða krøvum. Tí hevur Helena avgjørt, at skip, havnalag v.m. fyri 4-500 mió skal gerast. Og tað verður dagur í viku, tá Helena fær Ketu Jógvan at frásiga sær undirsjóvartunnil. Tí skal sláast rimmarfast, at Helena við at minka ríkisveitingina við 356 mió, sum hon sjálv hevur samtykt, hevur valt fullveldi fram um vælferðina hjá teimum gomlu og óhjálpnu. Um Helena meinti nakað av tí hon sigur, var hon fyri langari tíð síðan farin úr samgonguni. Alt tos um tey gomlu er orðaskvaldur. Um vit royna at hyggja hvat er hent seinastu 3-4 árini, síggja vit einki. Sanniliga vita vit hvat Helena stendur fyri. Nevniliga, tóm orð og einki annað. Tann umhugsni veljari veit, tá krossurin skal setast, at tað eru úrslitini sum telja.


Søgan um Lassa

Øll sum eg havi tosa við, eisini samgongufólk, eru á einum máli um, at Helena er óloyal móti samgonguni, tá hon proklamerar at nú skal eldraøkið raðfestast frammalaga.

Tað er einki at ivast í, at loysingin er prioritera nummar 1. Tí koma onnur mál í aðru røð. Hesa greiðu niðurstøðu koma vit eisini til í samgonguskjalinum (WWW. Folkaflokkurin.fo)

Nú Helena er farin at tosa um tey gomlu, spyrja vit um søgan um Lassa Klein er við at endurtaka seg. Lassi legði fram uppskot um pensjónir móti viljanum hjá sínum egnu. Úrslitið av hesum minnist Helena uttan iva.


Sambandsflokkurin vísur ábyrgd

Besta verja er álop. Tá Helena ikki kann verja egna elendigheit, noyðist hon at leypa á Sambandsflokkin. Hon fer eisini langt aftur í tíðina. So langt, at søgan byrjar, tá hon var við til at stovna SU. Hon sigur, at í teimum góðu tíðunum gjørdi sambandsflokkurin einki fyri tey gomlu. Í góðu tíðunum, sum byrjaðu í 1985 var sjálvstýrisflokkurin í samgongu, saman við javnaðarflokkinum, so tá hevði Helena meira ávirkan enn allur sambandsflokkurin tilsamans.

Tá ringast stendur til eru altíð boð eftir sambandsflokkinum. Har eru menn og kvinnur, sum føroya fólk setur sítt álit á, tá neyðin er stórst. Soleiðis var so sanniliga í 1994. Sambandsflokkurin gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa samfelagið aftur á føtur. Við harðari hond bleiv stýrt og opportunistiskir landsstýrismenn við ongari ábyrgd fingu um neyðugt fótin. Hetta kostar atkvøður. Men hjá sambandsflokkinum kemur land og fólk fram um atkvøður.

Tað er púra burturvið, tá Helena sigur, at vit einki hava gjørt. Sambandsflokkurin fekk samfelagið aftur á føtur úr svárari kreppu. Pensjonistar og tey veiku fingu lítlar batar, hóast einki var at lata av.

Sambandsflokkurin veit, at pengar skulu í kassan áðrenn gjaldast kann út. Tí fingu vit fakfeløgini at vísa ábyrgd við teirra lønarkrøvum. Sambandsflokkurin megnaði tá at samla alt fólkið í eini roynd at bjarga Føroyum.

Sitandi samgonga kom til búgvi borð. Tað sum lat seg gera í 1998 átti at verði enn lættari í 2001, men Helena hevur einki gjørt. Og tá pensjonistar, tey veiku og fagfeløgini, eftir ætlan sambandsfloksins, skuldu fáa aftur tað, sum tey høvdu hjálpt Landskassanum við, valdi sitandi samgonga, sum Helena er partur av, at brúka hesar pengar til fullveldisætlanina.

Sambandsflokkurin er einasta borgan fyri framburði í hesum landi. Vit trúgva uppá, eftir at vit so ofta hava tikið um endan, tá aðrir hava stýrt okkum út á sjógv, at tann dagur, tá veljarin setur sambandsflokkin á brúnna, ikki at redda stumpunum, men at arbeiða fram ímóti einum samfelag á hædd við okkara grannalond nærkast í hvørjum. Hetta vita tey gomlu eisini, og fara tey at velja sambandsflokkin fram um bíligar stemmufiskarar.