Ósannleiki og sannleikin um kryvjimaskinumálið

Óli Jacobsen

Tað er áhugavert at síggja strategiina hjá Dan R. Petersen í hansara desperatión eftir at gerast formaður í fiskimannafelagnum. Dømi um hetta sæst í Dimmalætting 16. í h., har hann skrivar um kryvjimaskinurnar umborð á ísfiskatrolarum.
Samb. Dan hevur Føroya Fiskimannafelag einki gjørt í hesum máli, og tað sum er gjørt, er gjørt av honum sjálvum! Tað er lætt at prógva, at sannleikin er beint tann mótsatti.
Dan skrivar: "Sjómenn spyrja: Hvat stríð hevur Óli gjørt sær at fáa kryvjimaskinur umborð? Eingin kennir hetta stríð".
Hetta mál er lýst í ársfrágreiðingum FFs fyri 2004 og 2005, har okkara sáttmáli varð uppsagdur bæði árini, júst við kravi um kryvjimaskinur umborð.
Í fyrsta umfari fekst "bert" semja um, at lógásettu hvíldartíðirnar hjá fiskimonnum skuldu haldast, og m.a. fór bræv frá FF og FSN umborð á skipini, har feløgini innskerpaðu hetta.
Sáttmálin varð uppsagdur aftur í 2004 við samráðingum fyrst í 2005 fyri at fylgja málinum upp. Nakað samstundis byrjar gongdin at seta kryvjimaskinur umborð, og tá gekk tað skjótt, til flestu upsatrolararnir høvdu fingið hesa útgerð.
Til hesar seinnu samráðingarnar kravdu reiðararnir, at teir skuldu fá part fyri kryvimaskina. Hesum noktaðu vit fyri.
Eftir at sáttmálin var gjørdur, hendi tað, at reiðarar uttanum FF fara at leggja trýst á manningina at fáa hana at skriva undir uppá, at skipið skuldi fáa ein hálvan part fyri kryvjimaskinuna.
Um tað, sum hendi í hesum sambandi, skrivar Dan: "Har fór eg inn í málið…, tá manningarnar onga hjálp høvdu fingið frá fiskimannafelagsformanninum".

Her skal verða endurgivið tað bræv, sum vit sendu reiðarafelagnum og reiðaranum tann 11.mai 2005:
Viðvíkjandi avtalur millum reiðarar og fiskimenn um sáttmálaviðurskifti.

Vit hava frætt, at tað eru reiðarar, sum meira ella minni trýsta fiskimenn til at skriva undir avtalu við teir um, at fiskimenn skulu luttaka í útreiðslum av útvegan av kryvjimaskinur umborð á skipunum.
Vit vilja gera vart við, at hetta meta vit at vera viðurskifti sum eru umfatað av sáttmálanum, og sum bert kunnu greiðast av sáttmálapørtunum. Tí vilja vit undir ongum umstøðum góðkenna slíkar avtalur, sum vit meta sum eina roynd at máa støðið undir sáttmálanum, og vit vilja fara sera langt fyri at fáa hetta okkara sjónarmið staðfest.
Sagt verður frá hesum.

Umframt hetta høvdu vit samskifti við viðkomandi fiskimenn og navigatørfelagið, og hetta endaði við, at umrødda ætlan varð slept.
Sigur ósatt móti betri vitan.
Alt hetta veit Dan sera væl, tí vit høvdu nógv samskifti hesa tíðina júst um hetta mál. Hetta er eitt lítið men "gott" dømi um framferðina hjá Dan Petersen í hansara herferð móti FF og mær sjálvum. Hann sigur móti betri vitan beinleiðis ósatt, og hetta er eisini eyðkenni fyri tað, sum hann annars hevur ført fram higartil.
Dan skal bara halda áfram á somu kós. Meira hann skrivar tess meira avdúkar hann sítt egna trúvirði.