Eftir grundspælið mundi fáur ivast í, hvat sterkasta kvinnuliðið í landinum var. Stjørnan var tá at kalla einaráðandi. Einsamalla tapið í útidystinum móti Kyndli varð frá flestu síðum roknað sum eitt úrslit av grovari undirmetan. Ein undirmeta, sum kortini ongan týdning hevði fyri liðið, sum endaði væl framman fyri næstu liðini á talvuni.
Í endaspælinum hevur støðan tó verið ein onnur. Hóast VB varð bast í steypakappingini, so vunnu vágskvinnurnar báðar landskappingardystirnar móti Stjørnuni. Og í ávíkavist steypafinaluni og landskappingini gjørdist talan eisini um tap fyri Neistanum hjá Stjørnuni, sum soleiðis hevur tapt tríggjar av seinastu fýra dystunum.
Sum skilst, so hevur eisini nakað av innanhýsis ófriði verið í felagnum, har boðini tó hava verið, at liðið hevur tikið tað róligt seinastu dystirnar. Hetta tí liðið kortini hevur rokkið hálvfinalunum.
Hvussu róligt tær hava tikið tað, og hvussu álvarsligur innanhýsis hevur verið, fæst tó helst ein ábending um leygar- og sunnudagin. Tá er talan um sannleikans tíma hjá Stjørnuni.
Styrkt sjálvsálit
VB hevur í sín lut einki at missa. Tvungnu útskiftingarnar, sum hava verið í framman undan smala hópinum, hava havt við sær, at tær ikki longur verða mettar eins sterkar, sum tær vóru tað í fjør. Avrikini hava sum so eisini sveiggjað nakað, men við sannførandi sigrinum á Stjørnuni sunnudagin fekk sjálvsálitið eitt ordans lyft. Spælararnir fingu prógv fyri, at uppgávan ikki ógjørligt, og tí er lítið at ivast í, at tær fara fult og heilt eftir samlaða sigrinum frá fyrsta bríksli.