Sannlíkt við nýggjari fólkaatkvøðu í Skotlandi

Eftir at Bretland hevur tikið seg úr ES, er sannlíkt, at ein nýggja fólkaatkvøða verður í Skotlandi um sambandið restina av Bretlandi

Seinasta fólkaatkvøða var ein lutfalsliga greið niðurstøða. Meirlutin av skotum ynskju ikki loysing frá Bretlandi og verða ein sjálvstøðug tjóð.

 

Eftir fólkatkvøðuna trekti Alex Salmond seg sum leiðari fyri SNP, tí hann hevði ikki fingið undirtøku fyri sínum hjartamáli. Bert einaferð fyri hvørt ættarlið kundi mann gera ein tílíka fólkaattkvøðu, segði Alex Salmond tá hann fór, og nú var hetta ættarliðið spurt. Nú mátti bíðast í rúma tíð.

 

Eftirfylgjandi byrjaði kjakið um støðu Bretlands mótvegis ES og støðan í Skotlandi gjørdist eisini spent. Skotland hevði eitt ynski um at verða verandi í ES. Tí fór SNP m.a. til val uppá tað, at um Bretland tók seg úr ES, so tók SNP sær rætt til at útskriva eina nýggja fólkaatkvøðu um loysingarspurningin.

 

Nú sær tað út til at henda skjótt. Nicola Sturgeon, nýggi leiðarin í SNP, sigur, at tað er ein veruligur møguleiki.

 

Mótstøðufólk hava funnist at ætlanunum og heita á Nicola Sturgeon um at fáa skil á skotska búskapinum, ið koyrir við einum stórum undirskoti og um at fáa tær grundleggjandi tænasturnar til skotska fólkið á eitt nøktandi støði.

 

Seinasta veljarakanning frá YouGov vísa, at 47% av skotska fólkinum hevði atkvøtt fyri loysing í dag. Á fólkaatkvøðuni atkvøddu 45% fyri loysing.

 

Á fólkaatkvøðuna um Brexit (ES spurningin) atkvøddu 62% av skotsku veljarunum at verða verandi í ES.