Fyri triðju ferð ger Henrik ?Henke? Larsson eitt comeback á svenska fótbóltslandsliðnum. Henke sjálvur var ikki í iva um, tá hann var úttikin til EM-hópin hjá Svøríki, at hansara leiklutur fór at verða at verða eykaleikari. Men Henke hevur í 3 hálvleikum í tveimum venjingardystum víst sera høgt altjóða støðið. Svenski landsliðsvenjarin var gestur hjá TV4 í gjárakvøldið, og har róði Lars Lagerbäck upp undir, at svensku álopsleikarnir - undantikið Zlatan Ibrahimovic - kunnu fyrireika seg uppá at skula byrja á beinkinum. ?Hinir mugu vísa, at teir hava nóg høgt støðið til at koppa honum (Henke) av plássinum. Men vit hava góðar álopsleikarar, so tað verður spennandi hvussu tað fer at síggja út teir næstu dagarnar.? Segði Lars Lagerbäck við TV4. Týsdagin í komandi viku skal Svøríki spæla ímóti Grikkalandi, sum er tað mest defensiva liðið í EM-endaspælinum, so tá tørvar svenskarum veruliga spælarar, sum kunnu opna griksku verjuna. Henke er eitt gott boð.
Tíðindi