Vit fingu okkum eitt prát við Petur Zachariassen, har vit bóðu hann kanna, hvørji sannlíkindini eru fyri, at eitt heilt ættarlið í somu familju fyllir sama dag.
Onnur hvør familja hevur ein felags føðingardag
Tað fyrsta Petur segði í hesum sambandi var, at tað var ringt at meta um sannlíkindini, tí tað ber illa til at rokna útfrá ættarliðum. Hann valdi tó at gera eina roynd við nøkrum metingum, sum hann sjálvur ásetti, og her legði hann dent á, at hesi tøl ikki eru beinleiðis eftirfarandi, men at tey geva eina meting um sannlíkindini.
Um vit siga, at tað búgva 50.000 fólk í Føroyum, og at tað eru 25 fólk í hvørji familju, so eru 2.000 familjur í Føroyum. Hann segði víðari, at um ein familja inniheldur 25 fólk, so eru umleið 1.000 familjur, har tveir av familjulimunum fylla sama dag.
Kemur fyri at trý fylla sama dag
Víðari sigur Petur, at nú eru vit komin fram til, at 1.000 familjur hava tveir limir, sum fylla sama dag. Við 365 døgum í einum ári, so eru tað umleið 3 familjur (1000/365, blðm.), sum hava tríggjar limir, sum fylla sama dag. So sambært hesum útrokningum, so eru tað tríggjar familjur í Føroyum, har tríggir familjulimir hava felags føðingardag.
Óhoyrt at trý ættarlið hava sama føðingardag
Tá vit siga, at tríggir familjulimir hava sama føðingardag, tá kann talan saktans vera um systkinabørn, pápabeiggjar og annað. Men at talan skal vera um trý ættarlið, har øll hava sama føðingardag, hetta heldur Petur Zachariassen vera sermerkt.
Tíverri ber ikki til at rokna sannlíkindi á ættarliðum, men hetta er sermerkt. Sannlíkindini fyri at júst ommu, dóttir og ommusonur skulu fylla sama dag er nógv minni enn, tá vit rokna við trimum tilvildarligum familjulimum, sigur Petur at enda.