ÍF vann í gjárkvøldið ein greiðan 3-0 sigur á heimavølli móti EB/Streymi.
Her eru leikarametingarnar hjá ÍF :
Hallgrím Gregersen Hansen 3 : Loysti Jákup Mikkelsen av í málinum og loysti uppgávuna til fulnar. Var tryggur í tí sum hann gjørdi, men hann var sjáldan hóttur av EB/Streyma álopum.
Leivur Joensen 4 : Kemur altíð væl framvið og hevur farlig innlegg. Hevði eisini gott tamarhald á Hans Paula Samuelsen, umframt at eitt mál var krúnan á verkinum.
Bartal Eliasen 4 : Stýrimaðurin og veteranurin í ÍF verjuni. Stóð serliga sterkur í seinna hálvleiki, tá EB/Streymur royndi at svara aftur, við at senda langar bóltar fram til Arnbjørn Hansen. Bartal vann tó so gott sum allar luftbóltar.
Poul Nolsøe Mikkelsen 3 : Ein verjuleikari, ið lesir spælið væl. Stendur ofta á rætta staðnum og leikti ein góðan dyst í ÍF verjuni.
Fritleif í Lambanum 3 : Var tryggur í øllum tí sum hann fyritók sær. Sær út til at hava funnið sítt gamla støðið aftur, eftir nøkur ár í útlegd.
Karl Løkin 5 : Var avgerandi fyri útfallið í dystinum. Hevur lagt eitt nýtt ting á sín spælistíl við at taka fleiri renningar frá miðvøllinum við í álopsstøðu hjá ÍF. Tað eydnaðist sera væl.
Bogi Reinert Petersen 4 : Var sterkur á miðvøllinum og var saman við Karl Løkin við til at vinna miðvøllin. Er sterkur í luftini og er ein dugnaligur fótbóltsspælari.
Ari Ellingsgaard 3 : Stríddist væl og royndi at bjóða av. Tað hevur kanska onkuntíð fyrr eydnast betur at bjóða av, men arbeiðsavrikið var gott allatíð. Endaði eisini dystin við at skora eitt mál.
Nenad Saric 3 : Hevur havt ein skaða at dragast við. Arbeiddi væl í fyrra hálvleiki og var avbjóðandi. Men av tí at hann hevur verið skaddur, bleiv hann útskiftur í hálvleikinum.
Kristoffur Jakobsen 5 : Sær út til at hava fingið gott av nýggju luftini í Fuglafirði. Ein leikari við framúr dugnaligum evnum, sum sær út til at hava lyft sítt støði munandi síðani skifti til ÍF frá KÍ.
Clayton Soares 4 : Er altíð ein góð statión at spæla bóltin niðan á. Er eisini altíð við í spælinum, tá ÍF er í álopsstøðu. Tað eydnaðist tó ikki stórskjúttanum at koma á máltalvuna í gjár.
Dánjal á Lakjuni 5 : Var eisini avgerandi fyri útfallið í dystinum. Kom inn í hálvleikinum fyri Nenad Saric og var bæði ágangandi og avbjóðandi. Skoraði eitt mál, umframt at hann skuldi havt fingið eitt annað mál, tá hann brendi úr góðari støðu.
Samanumtikið: Hóast fleiri mettur at dysturin fór at gerast javnur millum ÍF og EB/Streym, so vísti ÍF veruliga styrki tá teir vunnu 3-0.
ÍF var omaná størsta partin av dystinum, men serliga innskiftingin av Dánjal á Lakjuni sá út til at geva ÍF tað síðstu tyngdina til at vinna móti EB/Streymi.
Eitt sannførandi avrik, har allir leikararnir avrikaðu framúr væl. Tað var ringt at taka nakran framum nakran annnan. Um ÍF kann halda støði frá í gjár, kann tað skjótt síggja væl út í Fuglafirði.










