Kappróður
Talan var um fína kapping millum 6-mannaførini við monnum, men tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi á vánni í Klaksvík.
Tvørabáturin legði bragdliga fyri, og tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, var Tvørabáturin framvegis á odda.
Men so tóku sundamenn orduliga á. Tá ið hálvur teinurin var rógvin, var Sundabáturin fremstur, og fjarstøðan aftur til Tvørabátin øktist til hálva bátslongd.
Í endaspurtinum bjóðaði Tvørabáturin av. Munurin minkaði, men ikki so nógv, at tað nakrantíð gjørdist nakar ivi um, hvør tað var, sum var fyrstur á mál.
Tá ið skotini geltu, var munurin ein stórur skutur ella lítil hálv bátslongd. Eingin av hinum bátunum megnaði at blanda seg í kappingina um tey fremstu plássini.
Leygardagin verður jóansøka, og stóri spurningurin er, um tað tá fer at eydnast Tvørabátinum at vinna á Sundabátinum. Startspurtinum bilaði einki hesa ferð, og endaspurturin var góður. Tað er í miðróðrinum, at suðuroyingarnir skulu standa seg betri, enn teir higartil hava gjørt, um tað skal eydnast at syfta sundamenn, sum tykjast ógvuliga stinnir.









