Løgmanssteypið
Undan dystinum lá NSÍ ikki serliga væl fyri í bólkinum. Teir høvdu bert fingið eitt stig í tveimum dystum, og tí var tað mestsum eitt krav at teir fingu trý stig. VB hinvegin hevði fingið seks stig í 3 dystum, og kundi liva við javnleiki.
Trýstu nógv
Tað sást eisini týðuliga, at tað var NSÍ sum hevði meiri at spæla fyri. Teir løgdu trýst á VB frá byrjan og bólturin lá tað fyrsta korterið fyri tað mesta inni á VB hálvini. Serliga hevði høgra síða hjá VB trupulleikar við Jónstein Petersen og Sjúrður Jacobsen, sum ofta komu ígjøgnum. VB royndi seg við kontra og við nógvum longum bóltum, uttan at teir tó blivu vandamiklir.
Hóast NSÍ trýsti, so varð tað VB sum fekk tann fyrsta opna málmøguleikan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki missir NSÍ bóltin á miðjum vølli, og tað endar við at Mortan í Hørg sleppur leysur ígjøgnum, men beint sum hann skal skjóta kemur verjan ímillum og fær sparka bóltin burtur.
VB kom eftir hetta meiri inn í dystin og fingu meiri spæl. Teir royndu nú meiri at spæla bóltin í staðin fyri at sparka langar bóltar fram til áleypararnar. Teir fingu eisini onkrar góðar royndir móti málinum hesa løtuna.
Tá so umleið hálvur tími er spældur kemur einasta málið í fyrra hálvleiki. Bólturin verður spældur út í vinstru síðu har Helgi L. Petersen sleppur leysur og spælir Sonna L. Petersen púra leysan inni í brotsteiginum.
NSÍ kundi komi uppá 2-0 beint áðrenn hálvleiksteðgin tá Sonni í tveimum førum slapp at skjóta ótarnaður, men Bjarni Johansen í VB-málinum bjargaði báðu ferðirnar frálíka væl.
Dovnaði eftir avgerðina
Seinni hálvleikur varð bert 2 minuttir gamal tá NSÍ økti til 2-0. Jónstein Petersen verður spældur fríur, rennur frá VB-verjuni og skýtur bóltin framvið Bjarna Johansen. VB kundi minka um munin løtu seinni, tá Palli Augustinussen kom at standa fríur eftir horna. Men Jónstein Petersen bjargaði á mállinjuni.
Tá 12 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki verður dysturin í veruleikanum avgjørdur. NSÍ fær horna í vinstru og har sleppur Óli Hansen at seta høvdið á og so varð 3-0 til heimaliðið.
Eftir hetta varð tað sum um at ferðin fór av dystinum, og bæði liðini høvdu meira ella minni sligið seg til tols við at dysturin var avgjørdur.
Stutt eftir fekkVB ein stóran málmøguleika tá Palli sendi bóltin innfyri úr høgru, men Jens Martin bjargaði royndini frá Birgir Jørgensen, sum varð skiftur inn beint áðrenn steðgin.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki bleiv tað 4-0 tá Óli Hansen enn einaferð kundi seta høvdið á bóltin eftir horna. Nú roknaði flestu við at tað fór at skrædna í VB-verjuni, men hóast NSÍ helt fram við at spæla málsøki spæl, fingu teir ikki fleiri mál.
VB fekk minka um munin tá Robert Cieslewicz gjørdist einsamallur í NSÍ-brotsteiginum, og skoraði framvið Jens Martin.
NSÍ vann sostatt 4-1 og varð tað fult uppiborið. Teir høvdu bóltin mest, høvdu flestu málmøguleikarnar meðan VB royndi seg við einari verjukendari uppstilling har teir lúrdu uppá kontra við nógvum longum bóltum.
Hjá NSÍ spældu Jónstein Petersen, Helgi L. Petersen og Pól Thorsteinson ein góðan dyst , meðan Jón Pauli Olsen og Eyðun Jacobsen royndist væl hjá VB.
NSÍ kom við sigrinum uppá 4 stig og eru teir við aftur í kappingini um at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.











