Sannførandi Sarah til Føroyar í summar

Á konsertini hjá Sarah Brendel í Keypmannahavn frættist, at týska songkvinnan kemur til Føroyar í mai, og at hon er í samráðingum við onkran festival um at koma til Føroyar at spæla í summar. Sosialurin var á konsertini har Sarah spældi sera sannførandið.

Fríggjakvøldið 24. februar vitjaði unga týska songkvinnan Sarah Brendel Keypmannahavn. Sarah Brendel er eitt kent anlit og kanska serliga ein kend rødd í Týsklandi. Hon hevur m.a. ligið ovast á almenna týska hittlistanum við onkrum av sínum sangum. M.a. lá lagið Du Bist Nicht Allein í 20 vikur ovast á týska hitlistanum. Hetta er eitt avrik í sjálvum sær, men enn meira sannførandi gerst tað, at Sarah hóast sín unga aldur, longu eigur heiðurin av at vera fyrsti týski tónleikarin, ið veruliga hevur sligið ígjøgnum á breiða tónleikamarknaðinum við kristnum tónleiki.
 
Seinastu tíðina hevur Sarah roynt at gjørt vart við seg á amerikanska marknaðinum. Hetta hevur gingið rættiliga væl umframt útgávusáttmála við Inpop, ið hon hevur tryggjað sær, hevur hon spælt nógvar og væl vitjaðar konsertir. Ummælini av hennara fyrstu og sjálvnevndu fløgu á amerikanska marknaðinum hava verið avbera góð. Hon varð vald ársins nýggji artistur  á amerikanska marknaðinum av Christian Today.
 
Hugnaliga caféin Café Retro, sum liggur millum Strøget og Christiansborg, var karmur um konsertina við Sarah Brendel. Caféin verður rikin av sjálvbodnum fólki og yvirskotið fer til hjálparrabeiði í India. Umhvørvið er merkt av einum retro stíli, sum navnið eisini sipar til. Har eru hugnaligir gamlir stólar, sofur, balkon, kamin og gamlir bjálkar ymsa staðni  eitt rættiliga hugnaligt stað.
 
Sarah Brendel sang sínar egnu sangir, sum allir eru um hennara trúgv. Sangirnir vóru ógvuliga beinraknir, og løgini tykturs rættiliga nýskapandi. Tónlistarliga ferðast tónleikurin í umhvørvinum millum fólkatónleik, popp og rokk.
 
Sarah Brendel dugdi sera væl at framføra. Hon var einsamøll á pallinum við gittara sínum. Hon er ein óføra góður gittarleikari og syngur sum ein eingil. Gittarin og røddin hjá Saruh harmoneraðu sera væl og hon dugdi at spæla við dynamikkin í bæði rødd og gittara, so at alt gekk upp í eina hægri eind. Tað var ikki sørt, at hon onkra løtuna ljóðaði eitt sindur sum okkara egna Eivør.
 
Fleiri føroyingar vóru savnaðir á Café Retro hetta kvøldið, og øll tyktust samd um, at hetta var ein avbera góða songkvinna. Onkur helt fyri, at tað var gott endliga at hoyra okkurt spennandi úr Týsklandi. Vit frættu eisini frá fólki á konsertini, at onkur arbeiðir við at fáa Sarah til Føroyar at spæla í summar á onkrum festivali.
 
Men tað skuldi verið vist, at hon í fyrstu atløgu verður  at síggja á palli í Føroyum í mai, tá hon eftir ætlan fer at hava nakrar smærri konsertir kring landið. Sarah Brendel hevur eisini eina heimasíðu, sum er verd at vitja, á www.sarahbrendel.com.