Sannførandi bronsusigur í badminton

Aftaná eina harða hálvfinalu ímóti Guernsey í badmintonkappingini fyri lið, megnaði føroyska liðið at vinna seg uppaftur í bronsudystinum, og harvið tryggja okkum fyrstu heiðursmerkini í badminton. Bæði spælararnir og venjarin ætla sær fleiri heiðursmerki

Heri Simonsen

----
Tað gekk rættiliga skjótt og væl í bronsudystinum ímóti vertstjóðini, Bermuda mánakvøldið. Rannvá Djurhuus Carlsson legði fyri í einmansleiki hjá kvinnum, har Rannvá vann 2-0 ímóti Emmu Calow. Settmunurin var 21-13 og 21-9. Næstur á pallin var Niklas Eysturoy, sum í einmansleiki dystaðist ímóti Rohan Pai. Niklas var eisini sannførandi, og vann eisini 2-0. Settmunurin var 21-11 og 21-10.
Fyrsta settið gjørdist spennandi
Triðji dysturin var dysturin í tvímansleiki hjá monnum , har Niklas Eysturoy og Flóvin Skaalum Mikkelsen møttu Rohan Pai og Michael Palmer. Rohan Pai og Michael Palmer tóku Niklas og Flóvin á bóli í tí fyrra settinum. Støðan var bæði 19-19, 20-20 og 21-21, og tað reið um snarið. Men lukkutíð koppaði settið til Niklas og Flóvin, sum vunnu fyrsta settið við 23-21. Niklas Eysturoy greiddi frá aftaná dystin, at teir fingu rætta uppá nøkur ting til tað seinna settið, og tað sást eisini aftur, tí seinna settið endaði 21-10 til Niklas og Flóvin, og harvið við var bronsan heima við einum sannførandi 3-0 sigri.
Ætla sær fleiri heiðursmerki
Landsliðsvenjarin, Nandi fegnaðist um bronsuna, serliga sæð í ljósinum av, at liðið hevði havt eina strævna hálvfinalu ímóti Guernsey. Nandi hevur góðar vónir um, at føroysku badminton spælararnir kunnu vinna heiðursmerki í einmansleiki og í tvímansleiki. Serliga góðar vónir hevur hann til Niklas Eysturoy og Rannvá Djurhuus Carlsson. Niklas Eysturoy helt fyri, aftaná dystin, at bronsa var í lagi, sæð í ljósinum av, at føroyska liðið hevði tapt nakrar tættar dystir ímóti Isle of Man og Guernsey. Sjálvur fer hann at gera sítt ítarsta fyri, at Føroyar kunnu vinna okkurt heiðursmerki aftrat í badminton.