Sannførandi Blikagentur

Í sama stóra stíli sum á fjarðastevnu hildu genturnar á Bliki til beins frá startskotinum og komu á mál langt framman fyri allar hinar bátarnar

Ikki vórðu mong tøk tikin, tá Blikur av Argjum tók oddin og spakuliga otaði seg longur og longur fram um allar hinar bátarnar. Genturnar av Argjum øktu allan vegin, og tað var ongantíð nakar serligur spenningur í róðrinum. Komnar á mál kundu Blikagenturnar fegnast um enn ein stórsigur og einasta føroyameistaraheitið til suverena felagið av Argjum í fjør, sum vann heili trý føroyameistaraheiti.
Stríðið í hesum róðrinum stóð um hinar plaseringarnar. Tekla, Havfrúgvin, Tjaldrið og Drekin stríddust allan vegin um annaðplássið. Men tá avtornaði gjørdist Tekla úr Klaksvík nummar tvey og Tjaldrið fekk triðjaplássið. Genturnar á Teklu vóru tó so fegnar um annaðplássið, at um ein ikki visti betur, so kundi teirra sigursróp bent á, at tær høvdu vunnið róðurin.
Genturóðurin er nú eisini avgjørdur, tá tað snýr seg um føroyameistaraheitið, men eins og hjá hinum manningunum er tað eisini umráðandi at vinna róðurin á Ólavsøku.

5 mannafør gentur
1 Blikur 05:22.18
2 Tekla 05:30.09
3 Tjaldrið 05:31.07
4 Drekin 05:34.03
5 Havfrúgvin 05:35.04 1G
6 Erla Kongsdóttir 05:52.23