Tann 30. desember fór Sanne Salomonsen, danska rockmamman, um tey 60 árini.
Sanne hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum.
Hon er ein bjørt stjørna á danska rockhimmalhválvinum, og hevur síðani hon byrjaði tónleikaleiðina sum 17 ára gomul, støðugt verið á ferð og hildið seg í femstu røð.
Í 2006 gjørdi ein blóðtøppur, at ferðin bleiv ein onnur og stundin var komin til umhugsni, men Sanne hvarv ongantíð, og er enn virkin og uttan kapping er hon danska rockmamman nummar eitt.










