Sanna vann skutaran

Leygardagin gjørdist Sanna Haraldsen í Sørvági hepni vinnarin av einum skutara í SMS-kappingini hjá MC-Søluni og Rás2.

MC-Sølan og Rás2 hava havt eina SMSkapping koyrandi, har vinningurin var ein PGO skutari. 


Vinningurin varð drigin leygardagin15. februar í sambandi við eitt skutaratreff í Miðlahúsinum.


Hepni vinnarin varð Sanna Haraldsen í Sørvági. Hetta var sama dag, sum hon hátíðarhelt sín 50 ára føðingardag, so tað var sum at fáa eina stóra føðingardagsgávu, sigur Sanna.


Hon sigur, at tað kom sera væl við hjá sær at vinna skutaran. Hon arbeiðir á Fiskavirkinum í Vestmanna og vaskar eisini í skúlanum í Sørvági. Tað er serliga í sambandi við vaskistarvið, at hon hevur brúk fyri skutaranum, tí hon býr langt frá skúlanum. Hon hevur koyrikort men ikki bil.