Sanna Hentze 50 ár

Góða vinkona mín Sanna Hentze fylti 17 juli 50 ár. Sanna er fødd á Skála og uppvaksin í Havn, dóttir Ingibjørg og Herluf Andreasen. Hon giftist Levi Hentze, Heiman av Sandi, í 1977 og fingu tey børnini Bjørg og Pætur.

Vit komu at kennast á Læraraskúlanum í 1992, har vit gingu í sama flokki, og gjørdust vit skjótt bestu vinkonur. Nógvar stuttligar og hugnaligar løtur hava vit havt saman, og ikki minst hava vit altíð havt nógv áhugavert at práta og kjakast um.


Serliga góðir hava teir nógvu longu gongutúrarnir verið. Sum balsam fyri sál og likam.

Eitt sum eyðkennir Sannu er, at hon altíð "er í sving", sum tikið verður til. Altíð er okkurt nýtt á skránni, og henni dámar sera væl nýggjar avbjóðingar. Ja, ikki er lætt at ímynda sær hana uttan eitt nýtt spennandi prosjekt fyri framman.


Tað tíð eg havi kent hana, hevur hon tikið útbúgving sum lærari, zonuterapeutur og roykiavvenjari. Harafturat fór hon fyri fáum árum síðani bachelorútbúgving innan kost, rørslu og heilsu.


Fólkaheilsa, ítróttur og sunnur lívsstílur hevur altíð havt hennara stóra áhuga, og longu á ungum árum opnaði hon handil "Spíran", sum seldi økologiskar matvørur.


Á Læraraskúlanum hevði hon ítrótt sum linjufak, og tók hon eisini svimjilæraraprógv, tó at sigast skal, at tað, at skula kava frá 3 metur vippuni var beiskur biti at svølgja.

Sera kreativ og dugnalig er hon til handaligt arbeiði, og ikki óvæntað fekk hon eitt flott 11 tal í handarbeiði á Læraraskúlanum.


Eftir lokna læraraútbúgving fekk hon starv í Hoyvíkar skúla, har hon hevur arbeitt síðani.

At arbeiða við børnum og at undirvísa hevur hon serstakliga gott hegni til og at læra børnini góðar og sunnar kostvanar er eitt av hennara fremstu aðalmálum.


Sigast kann, at Sanna er áhugaverd kvinna við stórari drívmegi. Eisini kann sigast, at hon er fitt, hjálpsom og hjartagóð. Hon hevur stóra umsorgan fyri sínum kæru, sum hon altíð rættir eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.


Góða Sanna, tú ert og hevur altíð verið ein sera góð og trúføst vinkona. Takk fyri alt tú ert fyri meg og hjartaliga tillukku á 50 ára degnum.


Vónandi fáa vit eitt gott veitslukvøld leygardagin 21. juli í Starvsmannafelagshúsinum.



Tær kærastu heilsanir

Jónvá