Leygardagin heiðraði Føroya Felag móti Krabbameini Sonnu Dahl Niclasen, fyrrverandi yvirlækna, á ráðstevnuni, sum felagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum um krabbamein, børn og sorg. Sanna Dahl Niclasen hevur sum lækni lagt lunnar undir virksemið hjá føroyska krabbameinsfelagnum, hon var við til at stovna felagið í 1979, og í sínum virki sum lækni fór hon undir skrásetingararbeiðið av krabbameinstilburðum í Føroyum, saman við Mogens Egholm, lækna.
Í dag hava vit eina skráseting av krabbameini, har til ber at siga, hvussu nógv eru rakt av hesi sjúkuni og sum aftur ger, at tað ber til at granska innan hetta økið í Føroyum. Sanna hevur lagt lunnar undir hetta arbeiðið og undir virksemið hjá felagnum yvirhøvur, segði Jákup Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini, í Norðurlandahúsinum.
Sanna Dahl fekk ein vakran lut úr føroyskum gróti, sum Árni Ziska hevur gjørt. Búmerkið hjá Føroya Felag Móti Krabbameini er graverað inn í við eini heilsan frá felagnum.