Í teimum 24 landskappingarumførunum hevur Stjørnan verið best. Neistin kann ikki fáa klaksvíkskvinnur aftur á stigatalvuni undan dystinum næsta vikuskiftið. Tað gevur Stjørnuni tann fyrimunin, at verður talan um ein triðja finaludyst í stríðnum at vinna meistaraheitið, spæla klaksvíkskvinnur tann dystin á heimavølli.
Javnur fyrri hálvleikur
StÍF hevur verið botnproppur alt kappingarárið. Tað verður sjáldan vænta nakað av teimum, og tað var eisini óvæntað, at strandakvinnur fóru til hálvleiks við einum javnleiki í KÍ-høllini í gjár.
Stjørnan var við yvirlutan, men síðstu løtuna fyri steðgin gjørdu gestirnir bart og vunnu seg upp á javnt. Tann støðan helt sær ikki leingi. Heimaliðið legði nógv fyri beinanveg í seinna hálvleiki. Umfarið var fáar minuttir gamalt, tá Stjørnan var á odda við fýra málum, og tá kláraði StÍF ikki at hótta aftur.
Venjarin hjá Stjørnuni brúkti eisini høvið at royna fleiri av yngru spælarunum, og tað riggaði væl.
Av tí, at Stjørnan vann hesaferð, og Tjaldur snávaði í Vági, stendur einki upp á spæl, tá klaksvíkskvinnur vitja Neistan næsta vikuskiftið. Tað verður ein fyrireikingardystur áðrenn finalurnar.










