Sangur við Eivør tilnevndur altjóða virðisløn

Eivør Pálsdóttir er millum tey tilnevndu til »Hollywood Music in Media Awards« (HMMA) fyri sangin “Only We Few Remember It Now”.

 

 

HMMA gevur virðislønir út fyri framleiðarar av tónleiki til eitt nú spøl, filmar, reklamur o.s.fr. HMMA er fyrsta tiltakið, sum heiðrar tónleikarar fyri hetta slagi av framleiðslu. 

 

 

Sangurin, sum Eivør Pálsdóttir syngur, hoyrir til spæli »The Banner Saga 3 (versus evil)«. Austin Wintory hevur skrivað sangin, sum er á íslendskum.

 

 

Millum annað eru Lady Gaga, Troye Sivan, Bradley Cooper, Dolly Parton, Liam Payne og Rita Ora eisini tilnevnd til HMMA fyri tónleik úr filmum, umframt fleiri onnur kend nøvn.

 

 

Til ber at hoyra sangin »Only We Few Remember It Now«, sum Eivør Pálsdóttir syngur, ovast í greinini. 

 

 

Eivør Pálsdóttir hevur áður havt leiklut í tónleiki til spøl. Í 2016 framførdi hon lagið »God of War« til E3 Sony Press Conference, tá spælið við sama heiti bleiv kunngjørt. Spælið kom út í ár, saman við sanginum sum Eivør Pálsdóttir syngur. Hon hevur eisini gjørt tónleikin til sjónvarpsrøðina The Last Kingdom, sum er at finna á Netflix.