Leygardagin skipa Strandferðslan og FC Suðuroy fyri syngi við tiltakið umborð Smyrli.
Tiltakið byrjar, tá ið Smyril fer av Krambatanga leygardagin klokkan 18.30, beint eftir lokalbrakið í EFFO-deildini í fótbólti ímillum FC Suðuroy og TB.
Á ferðini norður fara Evi Tausen og Jens Marni Hansen at syngja og spæla.
Somuleiðis fara Fimmbogi, Rúni og Bjarni Lisberg at syngja og spæla og Sumbiarkórið fer at syngja.
Verður høvi og umstøður til tað, taka tey onkran sang eisini og kokkurin hevur eisini okkurt gott á matarskránni hetta kvøldið.
Suður eftir aftur fara tey so at syngja góðar, væl kendar sangir, sum eru væl hóskandi at syngja í veitslum.
Tað verða Rúni og Bjarni Lisberg, sum stíla fyri sanginum og tiltakið endar, tá ið Smyril til kemur suður aftur klokkan
23.
Hetta er aðru ferð, at tey royna hetta tiltakið og seinast var rættiliga nógv fólk við.
So er bara at leggja afturat, at sambært veðurforsøgnini verður fínasta veður at sigla.