Sangur og gleði í Oasuni

Í samkomuni Oasuni í Hoyvík hava tey av og á skipa fyri serstøkum sangmøtum. Her hava tey havt bólkar og einstaklingar sum hava luttikið við sangi og vitnisburði. Sunnukvøldið verður enn einaferð boðið til tónleik og felagssang, út frá tí veruleika, at tey vita at sangur er nakað sum skapar gleði millum fólk.

- Og vit hava eisini lagt merki til, at fólki dámar sera væl sang og ikki minst at syngja, sigur Torbjørn Láadal.

Við hetta høvið verður tað eisini, sum hann tekur til, - ein møguleiki at lyfta upp navnið Jesus upp!

Tiltakið verður í Oasuni í Hoyvík og byrjar kl. 18.

Tey sum fara at luttaka hetta kvøldið verða: Jógvan Steintún, Annika og Sigrið, Rúni Højgaard, Teddy Petersen, Mathilda Sivertsen og Oasubrøður.