Sangskrínið: Allir gimsteinarnir á einum staði

Steintór Rasmussen hevur latið nógvar sangperlur úr hondum gjøgnum ár og dag. Hann hevur skrivað løg bæði til børn og vaksin, og nógv teirra eru vorðin fólkaogn, tí vit duga øll at syngja við, tá vit hoyra løg sum Karin, Vov vov, Kelidýr, Hon er omma mín og Roknisangin. Hesir og fleiri aðrir sangir eru eisini við á nýggju útgávu Steintórs, ið kallast "Sangskrínið". 

 

 

–Sjálvur minnist eg, tá mamma sat í stovuni ella við songarstokkin og sang fyri okkum. Hvør sangur var sum ein góð og spennandi søga, sum eg ikki troyttaðist av. Tað lá væl fyru hjá henni at yrkja og at siga frá. Tá eg sum barn fann uppá rím og sum ungur sjálvur fór at skriva sangir, lurtaði hon við áhuga og gav tónleikinum gætur, sigur Steintór Rasmussen. 

 

 

Í Sangskríninum eru fimm fløgur við kendum og minni kendum barnasangum hjá Kulum Røtum. Umframt fløgurnar er ein bók við hugleiðingum hjá Steintóri, øllum tekstunum og nótunum til sangirnir og leiðbeining til, hvussu tú kanst læra at spæla guitar, ukulele, bass og klaver. 

 

 

–Við góðari hjálp havi eg sum vaksin savnað nakað av tilfari, sum eg havi lagt í hetta sangskrínið. Tað mesta er skrivað, eftir at eg sjálvur fekk børn og byrjaði at arbeiða sum lærari. Tá byrjaði mín seinna ævintýrferð inn í ein hugtakandi og gátufullan barnaheim, leggur hann afturat.