Barnasangskeiðið, sum varð hildið á Strondum í heystfrítíðini í 2008, eydnaðist so mikið væl, at fyrireikararnir hava avgjørt at skipa fyri enn einum barnasangskeiði í ár Hesaferð verður tað í Nesvík í páskafrítíðini.
- Seinast vóru vit øll í sirkusi, men í ár fara vit at leita eftir einum dýrabarum skatti saman við einum góðum skipara og manning hansara, sigur Beinta Berthelsen, sum er ein av fyrireikarunum við mission.fo.
Barnasangskeiðið endar við eini framførslu mikudagin 31. mars.