Í døgunum 31. mars til 6. apríl 10. floks næmingar í Fuglafjarðar skúla, og frá skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, sangleikin “Prinsessan ið einki mintist”.
”Prinsessan ið einki mintist” fer fram í einum ævintýrheimi og snýr seg um prinsessuna, sum vaknar í Myrkaskógi - við minnisloysi! Hvaðani kemur hon? Hvussu eitur hon? Hvussu finnur hon vegin heim? Í skóginum hittir hon nógv ymisk ævintýrfólk, sum hvør í sínum lagi royna at hjálpa henni at finna seg sjálva. Hans og Greta biðja hana fylgja breyðmolunum, Snjóhvíta býður henni innivist í dvørgasmáttuni, Lorkuleggur kemur við góðum ráðum osfr. Sjálvsagt leitar prinsurin á hvíta hestinum eisini eftir elskaðu síni – men hann er ikki tann einasti.
Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum. Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis, og Marjun leikstjórnar.
Skúlasýningar verða 31. mars til 4. apríl kl 9:00 og 11:15. Almennar sýningar verða týskvøldið 1.apríl, hóskvøldið 3.apríl og sunnukvøldið 6.apríl kl 19:30.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Bárð á Lakjuni um sangleikin.