Sangløta við Vitanum

Nú sunnudagin verður aftur skipað fyri sangløtu í Meinigheitshúsinum í Havn.

Hesaferð verður tað við luttøku av sangbólkinum ?Vitanum? úr Klaksvík, og við Ann Dahl Hansen, presti í Havn.

 

Á skránni verður sangur og felagssangur við væl umtókta sangbólkinum og andakt við prestinum.

Salurin í erva í Meinigheitshúsinum verður umskipaður, soleiðis at borð verða set upp, so at høvið verður at sita og práta og hugna sær eftir at tiltakið er liðugt.

 

Tiltakið varir í 1½ tíma, og eftir hetta verður borðreitt við stórum køkuborði.