Leygarkvøldið klokkan 19 verður sangløta í Vesturkirkjuni við Ovin Klein Olsen og øðrum heimligum sangkreftum.
Ovin Klein Olsen hevur saman við fleiri øðrum í ár givið ikki færri enn fýra fløgur út við andaligum tónleiki á bæði við nýggjum og gomlum sangum.
Byrjað verður stundisliga klokkan 19, so at sangløtan kann enda klokkan 21. Tað er fyri at fólk kunna sleppa yvirum fjørðin aftur við Teistanum kl. 23.05 av Gomlurætt.
Luttakarar verða Ovin Klein Olsen, Fríðbjørg Jensen og sangbólkurin Teir fimm úr Norðstreymoy
Nógvir ymiskir tónleikarar verða við.









