Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík verður bjóðað til sangkvøld í Glyvra kirkju í annaðkvøld - sunnukvøldið 28. oktober - klokkan 20.
Sungnir verða bæði eldri og nýggjari sálmar, og nevnast kunnu Nú hvítna tindar eftir Grundtvig og Robert Joensen og Uttan teg eftir Martin Joensen.
- Kór Glyvra kirkju fer eisini at seta dám á løtuna, og kórið fer eitt nú at framføra tvey sokallað Anthems kórvers eftir bretska tónaskaldinum, Thomas Attwood.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri sangkvøldið í Glyvra kirkju.









