Sangkvøld í Føroyahúsinum

Komandi leygarkvøld kl. 19.00 verður Føroyahúsið í Keypmannahavn karmur um eitt sangkvøld. Tað er føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn, sum skipar fyri sangkvøldinum.

 

-Vit hittast hvørt leygarkvøld kl. 19.00 til føroysk møtir. Síðstu árini er mongdin av fólki, sum savnast til hesi tiltøk, vaksið munandi. Hetta hevur givið okkum størri orku, sum m.a. kann nýtast til eitt slíkt tiltak. Vit hava ongantíð fyrr havt nakað tiltak í Føroyahúsinum, men tað vildu vit nú broyta uppá. Sum føroyingur í Keypmannahavn er tað altíð stuttligt at koma saman við øðrum føroyingum. Her er Føroyahúsið ein frálíkur møguleiki hjá føroyskum áhugabólkum, feløgum og samkomum at skipa fyri savnandi tiltøkum. Nú er tað so okkara tørn at bjóða bæði ungum og eldri at vera vælkomin til eitt hugnakvøld við nógvum sangi, sigur ein av fyrireikarunum, Bartal J. Gregersen.

 

Føroyahúsið er javnan karmur um føroysk tiltøk í Keypmannahavn, og meira kann lesast um tiltøk og annað har á heimasíðuni www.faroehouse.dk.