Sangkappingin: Seinasta freist er 20. august

Nú styttist av álvara til freistina at senda inn sangir til sangkappingina, sum Føroya Sanglærarafelag skipar fyri. Freistin er 20. august

Nevndin, sum skal finna fram til teir vinnandi sangirnar er sett. Í henni eru Joanna Johansen, Óli Jákup Joensen, Oddfríður Rasmussen, Hans Pauli Tórgarð og Ásbjørn Berthelsen. Øll eru sang- og tónleikakøn og øll hava tilknýti til skúlaverkið.

 

Meiri kann lesast um kappingina á heimasíðuni www.skulasangbokin.fo, sigur Føroya Sanglærarafelag