- Eg stúri fyri, hvat eg nú skal gera, sigur ein glað og rørd Ann Chanett Danielsen fáar minuttir eftir, at hon fyri seinastu ferð er komin av palli á hesum sinni. Tær báðar Ann Chanett og Erla Bech Jensen hava seinastu tvær vikurnar sungið søgugongdina í sangleikinum fyri áskoðarum og áhoyrarum, og saman við Jóannes Lamhauge (Jósef) hava tær verið sjónligastu einstaklingarnir í leikinum. Men eftir endabrestin hóskvøldið høvdu tær als ikki mist hugin.
- Satt at siga eru vit ikki troyttar av sangunum, vit í mánaðir nú hava vant, sigur Erla Bech Jensen, meðan Ann Chanett nikkar samtykkjandi. Tær upplýsa, at tær hava vant sera nógv í tveir mánaðir, men nú er alt brádliga liðugt fyri yndisligu sangfuglarnar.
- Hetta hevur verið ein uppliving, eg ongantíð fari at gloyma, og eg fari eisini at sakna øll tey nýggju fólkini, eg eri komin at kenna, sigur Ann Chanett Danielsen.
Stríðið vert
Erla Bech Jensen vísir á, at øll tíðin undir venjingum og fyrireikingum hevur verið alt stríðið vert.
- Tað hevur verið stuttligt, strævið og avbjóðandi, og nú eftir seinastu sýning er tað bæði syrgiligt og gott, staðfestir Erla, áðrenn hon leggur afturat, at tað av sonnum hevur verið ótrúliga litfagurt at luttikið í sangleikinum"Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið".
Tær báðar leggja tó afturat, at uttan sersømdir frá skúla og arbeiðsplássi høvdu tær møguliga ikki fullført krevjandi uppgávuna sum frásøgufólk og harvið sum høvuðspersónarnar í stóra leikinum.










