Sangirnir

Sangheftið til felagssangin er prentað í 10.000 eintøkum, og kann avheintast í Snarskivuni, á Ráðhúsinum og á Kunningarstovuni. Tey hefti, sum eru eftir ólavsøkudag, verða býtt millum fólk uttan fyri Býráðssalin.
Tað verður Martin Mouritsen, sum fer at standa fyri sanginum, meðan Petur Olivar í Hoyvík er skipari, tá kvøðið verður.
Sangirnir í heftinum eru hesir: Tað hevur tókt millum føroyinga gaman, Í góðum veðri hann dyrgdi, Meg minnist eina mynd, Dýrd á vík og vág, Eg smáttu veit á grønu ong, Mítt føðiland, Kom og dansa, Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið, So vakrar moyggjar og knappar menn, Ein gomul kista av kamfertræ, Eins og áarstreymur rennur, Land mítt, Sildavalsurin, Einki er sum summarkvøld við strendur, Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt, Nú nemur náttin við smærur, Eg minnist úr gomlum søgum, Boðar tú til allar tjóðir, Nú dagurin at enda er