Sangbrøv frá Lenu til heimin

- Nógvir av sangunum eru merktir av útlongsli og sakni, sum eg havi upplivað nógv í mínum lívi, sigur Lena Anderssen um nýggju útgávu sína

Í dag gevur Lena Anderssen nýggja fløgu út. Á útgávuni “Letters From The Faroes” eru 14 nýggir sangir á enskum máli, og sangirnir byggja á kenslur og upplivingar hjá Lenu Andersen.

- Hetta er eitt slag av sangbrøvum frá mær til heimin. Nógvir av sangunum eru merktir av útlongsli og sakni, sum eg havi upplivað nógv í mínum lívi. Brævasamskifti og tónleikur hava verið stórur partur av mínum lívi, og tí havi eg roynt samantvinna tey á hesi útgávuni, sigur Lena Andersen.

- Alt mítt lív havi eg havt ein part av mínu kæru langt burturi frá mær. Eg kann ongantíð verða á einum stað og hava allar mína familju har – mamma mín býr í Føroyum og pápi mín býr í Vancouver til dømis.

- Útlongsul kann eisini verða ein góð kensla, tað kann virka sum bensini til at koyra víðari uppá, sigur hon.


Luktur av bløðum

Lena Anderssen og maðurin Niclas Johannesen hava ferðast nógv við tónleikinum, og tað ætla tey at halda fram við. Tí hava tey eisini nógvar upplivingar og minni frá útheiminum.

- Eg havi búð í ymiskum býum, og mær leingist til dømis eftir luktinum í onkrum býi, einum ávísum degi onkra aðrastaðni, og hesa tíðina leingist eg eftir luktinum frá bløðunum, sum detta av trøunum í Montreal, sigur Lena Anderssen.

- Tá eg eri stødd uttanlands, leingist eg eisini heim til Føroya. Eg leingist eftir mínari familju og nærleikanum, sum er í føroyska samfelagnum, sigur hon.



Myndatekstur:

- Tá eg eri stødd uttanlands, leingist eg eisini heim til Føroya. Eg leingist eftir mínari familju og nærleikanum, sum er í føroyska samfelagnum, sigur Lena Anderssen