Longu eftir fáum døgum á AppStore er føroyska Sangbókin á listanum við mest seldu iPhone forritunum. Regin W. Dalsgaard stjóri í Globi sigur, at AppStore er net-handilin við øllum forritum, sum eru til sølu, so áhugin fyri Sangbókini hevur verið rættiliga stórur.
Sangbókin er fyrsta føroyska iPhone forritið, og tað er Globi sp/f, sum hevur staðið fyri útgávuni. Globi ynskti at menna eina útgávu til iPhone, og so fall valið á Okkara Sangbók, sum øll kunnu fáa gleði av.
Regin W. Dalsgaard sigur, at tilgongdin hevur verið lærurík og hevur víst, at fyritøkan Globi er fult kappingarfør við aðrar fyritøkur, sum bjóða seg fram at menna iPhone forrit.










