Sangarinna úr The Voice til Føroya

Konsertin verður í Kelduni sunnudagin

Sunnukvøldið kemur avstralska Fatai til Føroya at spæla konsert í Skálafirði. Fatai er kend sum fyrrverandi semi-finalistur í sangkappingini og sendingini The Voice í Australia.

 

Hon var semi-finalistur í fyrstu sesong av The Voice í Australia og gjørdist eftir hetta partur av Mercury Records. Hon býr í dag í Illinois, Amerika og syngur dagliga fyri stórum mongdum av fólki.

 

Síðan sína luttøku í The Voice hevur hon gjørt nógv um seg m.a. á YouTube, har hon hevur fingið nógva viðurkenning fyri hennara tulkingar av øðrum løgum. 

 

Fatai Veamatahau er ættað úr Tonga, men uppvaksin í Melbourne, Australia. Hon hevur fingist við tónleik frá barnsbeini av og framførdi fyrstu ferð sum einans 7 ára gomul. 

 

Hon kemur einsamøll til Føroya við gittara sínum og hevur konsert sunnukvøldið 9. september kl. 20 í Kelduni í Skálafirði.

 

Sambært fyrireikarunum ber til at keypa atgongumerki bæði í forsølu og við dyrnar undan konsertina.