Sangarin Anna Nygaard

Ólavur Hátún
--------

Afturvendandi danska sjónvarpsrøðin “X-factor” hevur við góðari grund stóran áhuga hjá fólki – ikki minst millum føringar, tí íkøstini úr okkara lítla oyggjalandi hava verið merkisverd.
Hesaferð hevur ikki ligið mær fyri at fylgja so nógv við, men løturnar, eg havi upplivað førisku Annu Nygaard á skíggjanum hava verið hugaligar. Tað var tí heldur hugstoytt, eg kom heim fríggjakvøldið, at konan segði, at nú gekk tað ikki longur hjá Annu.
Seinni á kvøldi kom brot úr X-factor sendingini aftur á skíggjan, og tað var ikki sørt við sorgblídni, at tú fekst váttað, at unga føriska kvinnan ikki slapp við í framhaldandi bólkinum. Hon kom tó til sjóndar aftur og tá saman við einum drongi. Tey bæði skuldi nú hava eina eftirkapping, har annað kortini skuldi fáa enn ein møguleika til framhald.
Tá Anna kom á pall, upplivdi tú eitt sangligt avrik sum neyvan áður í hesari sendirøð. Har var alt til ug: røddin, tónlistagávurnar, kenslulagið, persónliga útstrálingin – hon tóktist mær at hava alt. “Hetta man kona mín ikki hava sæð”, hugsaði eg, og tá so ein av dómarunum helt upp á Annu sum vinnara, var eg styrktur í hesari fatan. Men so kom hasin fitti yvirdómarin, sum stórgrátandi og hálsfevnandi kortini rak Annu av palli aftur.
Ivaleyst hava tað verið serstøk kriteriir, sum gjørdu, at maðurin tók hesa avgerð. Men eftir situr minniliga upplivingin av enn einum ljómandi sangfugli hiðan av landi.