Sandy nú kravt 33 mannalív í USA

Myndugleikarnir í USA siga nú, at ódnin Sandy hevur kravt 33 mannalív har, men samstundis ávarar guvernørurin í statinum New Jersey, Chris Christie, um, at talið á deyðum kann blíva uppaftur størri.

Áðrenn Sandy kom til USA, hevði hon kravt 67 mannalív í londunum í Karibiska Havinum.

Amerikonsku fjølmiðlarnir siga, at millum níggju og 10 milliónir fólk hava ongan streym, og Chris Christie sigur, at í New Jersey kunnu summi rokna við at bíða eina viku eftir at fáa streymin aftur.

Sandy er nú komin í hóslag við eina kuldabrúgv longri inni í landinum, og tað hevur elvt til kavarok í West Virginina.