Fyrrverandi sosialdemokratiski fólkatingslimurin Sandy Brinck hevur tikið seg úr sosialdemokratiska flokkinum og er farin upp í Sosialistiska Fólkaflokkin Sandy Brinck váttar fyri Berlingaranum í dag, at hon er farin upp í Sosialistiska Fólkaflokkin, men hon vil ikki siga, um hon ætlar sær at stilla upp fyri flokkin til næsta fólkatingsval.
Sandy Brinck varð leingi roknað sum ein av framtíðarpolitikarunum hjá donsku Sosialdemokratunum saman við eitt nú Pernille Black Hansen og Mette Frederiksen, og í Fólkatinginum var hon framsøgufólk í einum so týðandi málsøki sum vælferðarmálum.
Sandy Brinck var ein av stuðlunum hjá Frank Jensen, tá Sosialdemokratarnir valdu formann seinast, og síðani formansskiftið hevur hon fleiri ferðir funnist at Helle Thorning Schmidt.










