Sandvíkingar og aðrar bygdir fáa betri internet næsta ár

Føroya Tele arbeiðir alsamt við at byggja fipurnetið út og næsta ár fáa nakrar bygdir afturat fipur.

 

Næsta ár er so ætlanin at leggja fipur til Sandvíkar.

 

Kaðalin skal leggjast ígjøgnum tunnilin og tí skal tað samskipast við Landsverk.

 

- Men hendir onki óvæntað í samskipanini við Landsverk, verður fipurkaðal lagdur til Sandvíkar næsta ár, sigur Páll Vesturbú, stjóri í FT-Net hjá Føroya Tele.

 

Næsta ár er eisini ætlanin at leggja fipurkaðal ígjøgnum Kunoyartunnilin til Kunoyar Bygd.

 

Somuleiðis er tað ein stórur partur av Kollafirði, helst tann ytsti parturin av bygdini, har tað er so langt til støðina, at ferðin er ikki nóg stór.

 

Frástøðan til støðina skal helst ikki vera meiri enn 1,5 kilometur og í Kollafirði fer Føroya Tele at gera ábøtur, so eisini tey ytstu húsini fáa betri internet.

 

Harafturat skal eisini fipur leggjast á Toftum og í Skálavík.

 

- Málið er at røkka at kalla allar bygdir við fipurkaðali. Men á útoyggj, har Fipur ikki røkkur, er endamálið at at menna loftvegis sambandið, sigur Páll Vesturbú.

 

Fipurkaðal fer at geva hesum bygdnunum munandi betri og tryggari internet.