Sandvík í streymloysi fyrrapartin

Ólag hevur í morgun verið á streymveitingini í Suðuroynni.

Klokkan 5 í morgun fór streymurin í allari Suðuroynni í eitt gott korter. Orsøkin var ein kaðalfeilur á Tvøroyri. Meðan leitað var eftir feilinum, var streymurin burtur í einum parti av Tvøroyri í morgun.

Seinni vísti tað seg, at ein brek eisini var á kaðalinum millum Hvalba og Sandvík, og Sandvík hevur ongan streym havt fyrrapartin.

Finn Jakobsen, rakstrarleiðari hjá SEV, sigur, linjumenn í løtuni ganga í fjøllunum millum Hvalba og Sandvík fyri at finna brekið. Ímeðan verður arbeitt við at fáa eitt neyðstreymstól at veita Sandvík streym.

Finn Jakobsen roknar við, at feilirnir á Tvøroyri og í Sandvík eru endaliga umvældir í kvøld.