- Ein týdningarmikil partur av fyrireikingunum er, at vit vilja hava grundstykki tøk til fólk, sum kundu hugsað sær at sett búgv her hjá okkum.
Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at kommunan vil gera tað, tey hava ávirkan á, nú Sandoyartunnilin verður skotin ígjøgnum, og skjótt verður tikin í brúk.
Í samrøðu, sum VikuskiftisSosialurin hevði við borgarstjóran seinasta fríggjadag, segði hann, at einar 60 umsóknir liggja á kommunuskrivstovuni á Sandi, sum eru frá fólki, ið ynskja sær eitt grundstykki á Sandi.
- Eyðvitað eru fleiri av umsóknunum frá sandingum, sum vilja vera verandi í bygdini, men umsóknir eru eisini frá eitt nú fólki í Havn og aðrastaðni, sum vilja seta búgv á Sandi.
Heri Sverrason heldur, at nakrar av umsóknunum ivaleyst eru frá fólki, ið hava søkt upp á beráð, sum hann tekur til og sum neyvan høvdu tikið av kortini, um kommunan gekk teimum á møti.
- Tískil er trupult at siga, hvussu stórur veruligi tørvurin er, men líkt er til, at áhugin er stórur, leggur hann aftrat.
Tað eru fá ár síðan, at Sands kommuna varð liðug við eina útstykking við 13 grundstykkjum, og nú arbeiðir kommuna við enn einari nýggjari útstykking við 34 grundstykkjum aftrat.
- Tað verður ikki leingi, til tey grundstykkini verða klár at byggja á. Vit hava selt grundstykkini í verandi útstykking fyri 175.000 krónur. Hesi eru púra klár at byggj á.
Heri Sverrason væntar, at tey 34 nýggju grundstykkini, sum skjótt verða klár, kanska fara at kosta eitt vet meira, men tey verða framvegis bílig.
- Vit hava eisini sett á skinnaran eina verkætlan um nýggjan barnagarð á Sandi, og eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at henda verkætlan gerst veruleiki, leggur borgarstjórin aftrat.
##med2##