Í dag eru tilboðini, sum Sands kommuna hevur fingið upp á útstykkingina á Ryggi, latin upp.
Fyritøkurnar, sum høvdu bjóðað upp á arbeiðið, vóru entreprenørarnir, J&K Petersen og Articon.
Meðan Articon segði seg vilja gera arbeiðið fyri stívliga 15,3 miljónir krónur, var tilboðið hjá J&K Petersen á slakar 12 miljónir.
Sambært Facebook-síðuni hjá Sands kommunu í dag hevði J&K Petersen eisini eitt alternativt tilboð á slakar 8,7 miljónir krónur.
Nýggja útstykkingin, sum kommunan ætlar at gera á Ryggi á Sandi, fevnir um 33 nýggj grundstykki til sethúsabygging.











