Í áravís, ja eftirhondini áratíggju, hevur tað verið kent, at eitt av okkara størstu og náttúruvakrastu vøtnunum í landinum er sera illa dálkað. Støðan hevur verið væl dokumenterað millum annað við kanning, sum bygdarráðið á Sandi tók stig til í 2002. Nú vit skriva 2010 sær loksins út til at stig verða tikin rætta vegin – spurningurin er so, um tað hendir nóg mikið og nóg skjótt til at bjarga vatninum.
Ein kann ikki annað enn standa spyrjandi, hví avvarðandi myndugleikar ikki fyri langari tíð síðani hava gjørt tað, sum gerast má, fyri at steðga ógvusligu dálkingini av Sandsvatni. Kommunurnar eiga lokalu ábyrgdina, men tað má vera ovasti umhvørvismyndugleikin – sum er Innlendismálaráðið/Umhvørvisstovan – ið hevur evstu og yvirskipaðu ábyrgdina at tryggja, at okkara náttúra ikki sleppur at verða niðurbrotin á henda hátt.
Neyðug stig beinanvegin
Í løtuni renna framvegis kloakk, spillivatn og tøð í Sandsvatn. Fyri fleiri árum síðani vórðu rør løgd at leiða kloakkvatnið frá Meginskúlanum út á sjógv, men eingin íbinding hevur verið gjørd. Sambært lokalu myndugleikunum kemur íbindingin nú loksins, og vit kunnu vónandi fegnast um, at hesin partur av trupulleikanum verður loystur. Men spillivatn frá húsarhaldum fer framvegis í vatnið, umframt at landbúnaðurin kring vatnið stendur fyri stórum parti at dálkingini.
Undirritaða setti fyri nøkrum vikum síðani munnligan fyrispurning um evnið, og tá vísti landsstýriskvinnan til kunngerðina um spillivatn, sum setur kommununum freist at fáa viðurskiftini uppá pláss í seinasta lagið ár 2015. Landsstýriskvinnan hevur sjálvandi rætt í, at henda kunngerð átti av undanfarnum landsstýrisfólkum, at verið sett í gildi fyri árum síðani. Men hví kommunurnar fáa heili fimm ár at fáa hesi neyðugu viðurskifti í rættlag, er ringt at skilja. Tær hava vitað, at kunngerðin varð ávegis, og havt møguleika at taka hædd fyri hesum. Tí átti freistin at verið nógv styttri. Og 2015 er sjálvandi ikki ein freist, sum Sandsvatn kann bíða eftir, til tess er støðan alt ov álvarsom.
Til áðurnevnda munnliga fyrispurning upplýsti landsstýriskvinnan eisini, at Umhvørvisstovan í vikuni eftir skuldi fara á fund við kommunalu myndugleikarnar í Sandoynni. Vónandi hava kommunalu- og landsmyndugleikarnir nú lagt ítøkiliga heildarætlan fyri, hvussu Sandsvatn kann fáast reint aftur innan rímiliga stutta tíð.
Tørva náttúruverndarlóg
Føroyar hava tíverri onga veruliga náttúruverndarlóg. Nakað, sum er óskiljandi fyri eitt land við so stórum og ríkum náttúrutilfeingi. Ein væl virkandi náttúruverndarlóggáva hevði væntandi betur kunnað fyribyrgt, at støðan slapp at gerast so ring, sum hon er í Sandsvatni. Í øllum føri tykist galdandi umhvørvislóggáva, umframt lóggávan sum skipar landbúnað kring áir og vøtn, ikki vera nóg mikið til at steðga sjónligari og grovari dálking av okkara náttúruperlum.
Støðan á Sandsvatni hevur staðið við og versnað í fleiri áratíggju. Og ein kann bera ein ávísan ótta fyri, at støðan heldur ikki er góð í øðrum vøtnum og áum aðrastaðni í landinum.
Sum uppfylging til munnligu spurningarnar hevur undirritaða tí sett skrivligan fyrispurning um dálking av Sandsvatni, øðrum vøtnum og áum, og um myndugleikans ábyrgd í hesum sambandi (skrivl fyrisp nr 53 logting.fo). Málið er at fáa greitt fram, hvussu støðan yvirhøvur kann gerast so ring, sum dømið við Sandsvatni, og hvussu bindast kann fyri, at tað hendur í framtíðini. Landsstýriskvinnan fer at svara fyrispurninginum í næstum.